* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk søkir partnara í Norra

Sambært Børsen hevur A.P. Møller - Maersk í heyst verið í sambandi við fleiri norsk boripalsfeløg í eini roynd at finna Maersk Drilling ein partnara í Norra. Berlingske veit samstundis at siga, at A.P. Møller Holding er á veg til at keypa Maersk Drilling úr samtakinum og leitar eftir einum partnara.

Ongin váttan er komin av høvuðsskrivstovuni á Esplanaden í Keypmannahavn, men har gera tey ongantíð viðmerkingar til “leysatíðindi”. Men tað er onki dulsmál, at A.P. Møller - Maersk síðani almannakunngerðingina av nýggju ætlanum sínum í 2016 hevur leitað eftir einum keypara til Maersk Drilling.

Maersk Oil er sum kunnugt selt til Total, meðan A.P. Møller Holding yvirtók Maersk Tanker, sum ætlanin er at reka í einum joint-venture við Matsui.

Og sambært Børsen hevur A.P. Møller - Maersk altso verið í sambandi við Aker, Oddfjell Drilling og Borr Drilling um eitt partalag við Maersk Drilling.

"Maersk Drilling er av eini slíkari stødd, har trupult er at finna nakran, sum kann yvirtaka felagið, rætt og slætt tí, at tað krevur ov nógvar pengar. Tí er meira sannlíkt við einum partalagi, har onkur keypir upp ímóti helvtina av felagnum," sigur Stefan Panduro, ið er undirstjóri í meklarafyritøkuni Bassoe Offshore við Børsen.

Hækkandi oljuprísurin er smittaður positivt av upp á virðisásetingina av boripalsfeløgum sum Maersk Drilling. Bassoe Offshore metir virðið á pallunum hjá felagnum at liggja millum 21 og 21,5 mia. kr.

Kelda: maritimedanmark.dk