* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Trý-ara gamla bingju-verksmiðjan, sum Maersk eigur í Kile, verður longu stongd, og virksemið verður flutt til Kina.

Maersk stongir trý-ára gamla bingjuverksmiðju

Spildurnýggja bingjuverksmiðjan, sum Maersk eigur í Kile, letur nú aftur. Hon gjørdist sostatt bara trý ára gomul.

 

Nýggi stjórin hjá MCI, Sean Fitzgerald, hevur gjørt av at stongja bingjuverksmiðjuna, og 1200 starvsfólk eru søgd úr starvi. Verksmiðjan verður nú flutt til Kina. Maersk hevur gjørt av at savna alla kølibingju-framleiðsluna til verksmiðju sína í Qingdao í Kina.

 

Sambært stjóranum í Maersk Container Industry, Sean Fitzgerald, hendir hetta eftir gjølliga umhugsan, og møguleikin fyri einari virknari og bíligari framleiðslu í Kina gjørdi munin.

 

- At miðsavna alt hetta virksemið á einum stað gevur møguleika fyri at fáa meira burturúr kapasitetinum, og tað gevur eisini einfaldari kostnaðarstruktur. Hetta fer eisini at geva viðskiftafólkunum eina betri tænastu, sigur Sean Fitzgerald í einum tíðindaskrivi.

 

Longu tá avgerð var tikin um at byggja bingjuverksmiðju í Kile stungu trupulleikar seg upp av ymsum slag. Men leiðslan helt fast við at byggja nýggju verksmiðjuna. Nú er leiðslan so komin til, at tað var kortini ikki rætt at byggja bingjuverksmiðju í Kile.

 

Kelda: ShippingWatch