* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk stuðlar nú ætlanini at minka maskinorkuna hjá skipum, fyri at minka um CO\"-útlátið.

Maersk stuðlar uppskoti um minni maskinorku

Shippingfelagsskapurin, Bimco, skýtur upp at minka maskinorkuna hjá skipum fyri at minka um CO2-útlátið. Tað fer at hava við sær, at ferðin verður lægri og samstundis minni útlát, og tað fer at loysa seg hjá øllum pørtum, tá samanum kemur.

 

Alheims skipaferðsklan hevur eina bundna uppgávu, og tað er at minka vakstrarhúsútlátið fram til 2050. Men ósemja er um, hvussu hetta skal gerast.

 

Maersk hevur ferð aftaná ferð víst aftur at minka ferðina hjá skipunum og soleiðis minka um CO2-útlátið. Grundgevingin hevur verið, at tað fer at steðga allari nýhugsan og fer at koma teimum skipaeigarum væl við, sum sigla við einum gomlum og lítið tíðarhóskandi flota.

 

Men nú tekur Maersk undir við, at maskinorkan í alheims skipaflotanum verður minkað.

 

Kelda: Maritime Danmark