* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk stúrir ikki fyri hópinnkeypi av skipum hjá kappingarneytum

Fýra av størstu kappingarneytunum hjá Maersk Line hava bílagt 114 nýggj skip næstu árini. Tað vísir ein uppgerð, sum greiningarhúsið Alphaliner hevur gjørt.

Til samanberingar hevur Maersk Line bert 16 nýggj skip á veg, skrivar Børsen.

Hetta er tó ikki neyðturviliga ein trupulleiki, sigur stjórin í Mærk, Søren Skou, og sipar til, at samtakið jú hevur fingið tilgongd av meira enn 100 skipum við uppkeypinum av Hamburg Süd.

Hann stúrir tískil heldur ikki fyri, at ójavn kemur á útboð og eftirspurning á marknaðinum við teimum mongu nýggju skipunum hjá kappingarneytunum.

- Vit hugsa altíð um javnvágina millum útboð og eftirspurning. Men um vit taka tær eitt sindur longri brillurnar upp á, var samlaða ordrabókin í vinnuni í 60 prosent av samlaða kapasitetinum. Nú er hon upp á 13 prosent, so útboðingar/eftirspurningar-spælið sær nógv betri út enn í langa tíð, sigur Søren Skou við Børsen.

Kelda: soefart.dk