* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danska Maersk Supply Ships bjóðar kundum sínum eina nýggja tænasttu, ECO Offshore, sum ber í sær, at kundarnir kunnu velja skip við lívrunna brennievnið HVO, sum hevur lægri CO2-spor.

 

- Vit eru fegin um at kunna stuðla kundum okkara í stremban teirra eftir de-karbonisering, altso at minka um CO2-útlátið umvegis ECO Offshore, sigur Jonas Munch Agerskov, Chief Commercial Officer hjá Maersk Supply Service.

 

- Maersk Supply Service roynir at hentleikagera grøna skiftið í frálandsvinnuni, bæði við at minka um CO2-sporið og við at gera kundar okkara førar fyri at de-karbonisera rakstur og virðisketu, sigur Jonas Munch Agerskov.

 

- Grøna skiftið er kjarnan í okkara strategi, og vit hava sett okkum fyri at de-karbonisera okkara flota. Vit kanna nógvar møguleikar og loysnir at røkka hesum, og lívrunnið brennievni hevur ein stóran leiklut í okkara 2040-máli, sigur Mark Handin hjá Maersk Supply Service.

 

Kelda: Maersk Supply Service