* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply fingið avstralskan sáttmála

Maersk Supply Service hevur gjørt sáttmála við Quadrant Energy fyri tvey Starfish-skip. Frá mars verða tey bæði fyrstu akkerhandfaringarskipini hjá Maersk Supply Service í Starfish-røðini, Maersk Master og Maersk Mariner, bygd í 2017, í tænastu hjá Quadrant Energy í Western Avstralia.

”Qvadrant EnergY er ein týdningarmikil kundi. Vit fegnast um, at nýbygdu Starfish-skipini, Maersk Master og Maersk Mariner, kunnu arbeiða saman um hesa verkætlanina. Hetta er eitt frálíkt høvi at vísa, hvat tey duga til, umframt at tey minka munandi um umhvørvisliga útlátið og veita brúkarunum høgan standard, tá tað kemur til trygd og hentleikar”, sigur David Lofthouse, stjóri fyri Asia-Kyrrahavsumráðið.

Tey bæði skipini skulu stuðla Phoenix South og Van Gogh boringarnar hjá Quadrant Energy, sum í fyrsta umfari umfata tríggjar brunnar í einum tíðarskeiði upp á 150 til 200 dagar. Tey sera framkomnu og effektivu skipini skulu vera pallinum DD1 hjá Transocean til hjálpar við veitingar- og akkerhandfaringaruppgávum í øllum tíðarskeiðnum.

Maersk Master arbeiðir í løtuni í Norðsjónum, meðan Maersk Mariner kom til Avstralia í august 2017 upp á ein sáttmála við ein annan kunda.

Kelda: Maersk Supply Service/maritimedanmark.dk