* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply niðurskrivað aftur

Maersk Supply Service er komið út við einum undirskoti upp á 251 mió. dollarar, nógv ávirkað av enn eini niðurskriving. Í ár varð hon upp á 180 mió. dollarar orsakað av framhaldandi hart trýsta marknaðinum. Í 2016 roknskapinum varð felagið niðurskrivað við 1,2 mia. dollarar.

Tað hevur sum væntað víst segat vera trupult at finna keyparar til Maersk Supply Service, sum ikki skal vera partur av framhaldandi Maersk, sum miðsavnar seg um bingjur og logistikk. Úrslitið hjá felagnum í ár varð ávirkað av eini niðurskriving upp á 180 mió. dollarar, sum ber í sær eitt undirskot upp á 251 mió. kr. 

Felagið væntast at verða umfatað av "eini bygnaðarligari loysn" - eini sølu - innan árslok í ár.

Fyrr í ár visti Berlingske at siga, at felagið kann vera á veg til at verða yvirtikið av A.P. Møller Holding A/S, eins og hendi við Maersk Tanker í fjør.

Kelda: A.P. Møller-Mærsk