* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply Service fær SAILOR VSAT

Maersk Supply Service hevur gjørt sáttmála við Cobham Satcom um keyp av meira enn 60 VSAT-skipanum til flotan hjá reiðarínum. 

Sambært avtaluni skal felagið Seasat A/S í Køge standa fyri ísetingunum av antennum v.m. av slagnum Cobhams Sailor 900B, sum verða framleiddar í Aalborg. Sáttmálin umfatar harumframt eina avtalu um airtime, har sáttmáli er gjørdur við Eutelsat og fyritøkuna SpeedCast um henda partin.

Avtalan er fyribils galdandi í 36 mánaðir. Landafrøðiliga fevnir avtalan um øll sjóøkini, har Maersk Supply Service virkar. Í Maersk Supply Service eru tey fegin um at kunna veita skipum sínum eina VSAT-tænastu. Bæði tí hetta gevur eina breiðari samskiftisviftu profesjonelt og tí hetta bøtir munandi um vælferðarstøðið hjá manningunum í sambandi við m.a. samskifti við familju osfr. 

Kelda: Seasat A/S