* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hóast 14 skip hjá Maersk Supply Service liggja svínabundin við bryggju, hevði felagið stóra framgongd fyrsta ársfjórðing í ár.

Maersk Supply Service hevur framgongd

Umsetningurin hjá frálandsreiðaríðnum hjá Mærsk vaks fyrsta ársfjórðing í ár, hóast talið av skipum, ið liggja svínabundin við bryggju, er størri enn fyri einum ári síðani.

 

Á einum marknaði, har tað framvegis eru ov nógv skip, hevur tað eydnast Maersk Supply Service at fingið størri umsetning fyrsta ársfjórðing í ár.

 

Framgongdin í ár í mun til somu tíð í fjør er 25 prosent – ella 60 milliónir US-dollarar. Rakstrarúrslitið er vaksið til tríggjar milliónir US-dollarar í avlopi fyrsta ársfjórðing í 2018. Sama tíðarskeið í fjør hevði felagið eitt undirskot uppá fimm milliónir US-dollarar.

 

Havast skal í huga, at Maersk Supply Service fær hetta úrslitið, meðan umleið 30 prosent av flotanum liggja svínabundin – við ongum arbeiði.

 

Talið á skipum hjá felagnum, sum liggja við bryggju, er økt upp í 14. Somu tíð í fjør lógu 8 skip bundin við bryggju.

 

Fyrsta ársfjórðing í ár fekk felagið tvey nýggj skip. Tað sum eftir er av árinum, fær felagið fýra nýbygningar aftrat. Hetta sama tíðarskeiðið er ætlanin at taka fýra eldri skip úr flotanum.

 

Kelda: Søfart