* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply Service hevur gjørt av at skráseta eitt av sínum skipum í M-flokkinum, eitt akkersskip, undir norskt flagg. Manningin verður eisini norsk, og so letur reiðaríið upp skrivstovu í Bergen. Ætlanin er, at fyrsta skipið fer í rakstur í norskum sjógvi í summar.

 

Við denti á sleiping og innstallasjónir til frálands vindorku- og oljuídnaðin metir Maersk Supply Service greitt samband verða millum kjarnuarbeiði síni og tørvin á norska marknaðinum. Haraftrat hóska ætlanirnar hjá reiðarínum um at minka um útlátið væl til arbeiðið í Noregi.

 

- Noreg gongur á odda, tá tað snýr seg um at bjóða nýggjum hættum av at minka um veðurlagsávirkanina í frálandsídnaðinum. Okkara akkersskip eru millum mest nútímans og mest orkugevandi skip í heiminum. Tí eru vit sannførd um, at tey hóska væl til norska marknaðin, sigur Duncan MacPherson, nýggjur umsitingarstjóri hjá Maersk Supply Service í Noregi, sambært Maritimedanmark.

 

Maersk Supply Service hevur arbeitt í Norðsjónum í meira enn fimmti ár og hevur eisini fyrr verið í Noregi.

 

Høvuðsskrivstovan liggur í Lyngby, men felagið hevur skrivstovur í Angola, Avstralia, Brasil, Kanada, Ghana, Meksiko, Filipsoyggjum, Singapor og Bretlandi.

 

Kelda: Maersk Supply Service / Maritimedanmark