* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply Service meldað til løgregluna

Danska Sjóvinnuráðið hevur gjørt av at lata víðari kanningarnar av málinum um tey bæði Maersk Supply Service skipini, sum sukku út fyri fronsku strondini náttina millum 21. og 22. desember 2016, til løgregluna. Tað boðaði reiðaríið frá í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.

Tey bæði gomlu frálandsskipini Mærsk Searcher og Mærsk Shipper vóru undir sleipi, bundin saman síðu um síðu, á veg úr Danmark til Turkalands til upphøggingar. Á veg gjøgnum ensku kanalina oyðiløgdust fendararnir millum bæði skipini, sum tí komu beinleiðis í samband við hvørt annað. 

Hetta hevði við sær, at skaði kom á apteringina á skipunum við tí úrsliti, at Mærsk Searcher fór at leka. Maersk Searcher koppaði og sakk, og dróg síðani Mærsk Shipper niður við sær. 

Ein havarífrágreiðing, sum varð almannakunngjørd í september í fjør, fanst m.a. harðliga at váðahandfaringarskipanini hjá Maersk Supply Service, sum í alt ov stóran mun var bundin av persónligu uppfatanini hjá einstøkum persónum av vandastøðum.

Harumframt kom fram í frágreiðingini, at eitt starvsfólk í reiðarínum ávaraði ímóti brúktu mannagongdini undir sleipingini, eins og manningin á Mærsk Battler, sum sleipaði tey bæði skipini, ikki lætst um vón um umfatandi skaðarnar, skipini fingu undir sleipingini.

"Sjóvinnuráðið fer nú at nærlesa frágreiðingina frá skaðanevndini og samanbera hana við upplýsingarnar, sum ráðið hevur savnað saman í málinum. Hetta til tess at meta um, hvørt brot er gjørt á sjótrygdarlógina og um grundarlag er fyri, at onkur verður ábyrgdaður fyri hetta," segði Martin John, eftirlitsmaður í Sjóvinnuráðnum, tá við Maritime Danmark.

Nú, eitt gott hálvt ár seinni, hevur Sjóvinnuráðið so gjørt av at lata løgregluni málið.

Maersk Supply Service skrivar í fráboðanini, at reiðaríið hevur arbeitt tætt saman við myndugleikunum um at greiða málið, og harumframt gjørt eina innanhýsis kanningg av tilburðinum.

Málið hevur havt við sær, at reiðaríið á fleiri økjum hevur broytt sínar mannagongdir til tess at tryggja, at eitt líknandi óhapp ikki kann henda aftur.

Maersk Supply Service vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, fyrrenn løgreglan er liðug við kanningar sínar.

Kelda: maritimedanmark.dk