* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply Service nýggjan fíggjarstjóra

Maersk Supply Service hevur sett Michael Krabbe í starv sum nýggjan fíggjarstjóra. Hann kemur úr somum starvi í Welltech og avloysir Kasper Mahon Andreasen, sum í august tók við sum fíggjarstjóri í Damco.

Áðrenn Michael Krabbe kom til Welltech var hann m.a. í starvi hjá TDC.

Krabbe hevur útbúgving sum MSc í fígging frá Aarhus School of Business og MSc í búskapi og fígging frá Warwick.

Maersk Supply Service er eitt av feløgunum í A.P. Møller - Mærsk samtakinum, ið leitar eftir nýggjum eigara, á sama hátt sum hent er við Maersk Oil og seinast Maersk Tankers.

Kelda: Maersk Supply Service