* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Supply Service sigur í minsta lagi 50 fólk úr starvi.

Maersk Supply Service sigur fólk úr starvi

Orsakað av nei-ligu gongdini innan olju- og gassídnaðin fer Maersk Supply Service at minka um útreiðslurnar á landi við 30 prosentum. Tað merkir, at umleið 55 starvsfólk verða søgd úr starvi, fyrst og fremst á aðalstovuni í Lyngby, upplýsir felagið í tíðindaskrivi.

 

“Vit eru greið yvir, at hetta eru keðilig boð, og at starvsfólk okkara ikki hava tað uppiborið. Men tá við vænta eina stóra niðurgongd í virkseminum í olju- og gassídnaðinum, er neyðugt at taka stig at tryggja, at felag okkara er ein spegilsmynd av verandi veruleika á marknaðinum og fyri at verja framtíð okkara,” sigur forstjórin í Maersk Supply Service, Steen S. Karstensen.

 

Rokna verður við, at broytingarnar fara at ávirka alt virksemið hjá Maersk Supply Service á landi, boðar felagið frá.

 

Kelda: Maritime Danmark