* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Supply Service vil av við 21 skip

Yvirkapasiteturin á marknaðinum og tess avleiðingar eru ikki at fara skeivur av. Maersk Supply Service (MSS) arbeiðir tí við at skerja flotan, sum í dag telur 44 skip. Ætlanin er at sleppa sær av við tilsamans 21 skip. Tað skrivar ShippingWatch.

Samstundis roynir reiðaríið at útseta yvirtøkurnar av fimm akkerhandfaringarskipum frá norsku skipasmiðjuni Kleven umframt fýra subsea-skipum frá Cosco í Kina.

-Tey verða øll latin okkum næstu árini. Vit arbeiða í løtuni við at fáa skipasmiðjurnar at góðtaka útsetingarnar. Tað er onki dulsmál, at timingin fyri avhendingina av hesum skipunum saktans kundi verið betri, og tað arbeiða vit við at fáa báðar skipasmiðjurnar at góðtaka, sigur stjórin í Maersk Supply Service, Steen S. Karstensen, við ShippingWatch.

Kelda: soefart.dk