* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Við at seta ferðina niður við einari hálvari míl á fulllastaðum tangabátum, ber til at spara 10 prosent av útreiðslunum til brennievni, sigur Maersk Tankers.

Maersk Tankers ætlar at minka ferðina á tangabátum

Í eini roynd at lækka útreiðslurnar á einum marknaði undir trýsti, ætlar Maersk Tankers at minka um ferðina á tangabátum.

 

Søfart skrivar, at Maersk var millum tey fyrstu at seta ferðina niður á ballastferðum aftaná fíggjarkreppuna, og nú, inntøkurnar á “product-tanker-marknaðinum” eru tær lægstu í 10 ár, er Maersk Tankers í samráðingum við viðskiftafólkini um at lækka ferðina á fulllastaðum skipum.

 

Søfart endurgevur í hesum sambandi Tradewinds.

 

- Vit hugsa um leiðir, sum ikki eru so tíðarbundnar, har minni ferð kann lækka útreiðslurnar á brennievni, og sostatt koma viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum væl við, sigur Claus Grønborg, handils- og viðskiftastjóri í Maersk Tankers.

 

Hann sigur, at við at minka um ferðina við bara hálvari míl á skipum við fullari last – úr 12 mílum, ber til at minka um nýtsluna av brennievni við 10 prosentum. Mangan er tað eisini soleiðis, at tangabátarnir noyðast at bíða í fleir dagar, eftir at teir eru komnir í havn, áðrenn byrjað verður at lossa.

 

Kelda: Søfart og Tradewinds