* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av skipunum hjá Team Tankers International.

Maersk Tankers í nýtt samstarv

Maersk Tankers er farið í nýtt samstarv við kemikaliuskipareiðaríið, Team Tankers International, sum eigur og rekur 27 skip.

 

Sambært tíðindaskrivi frá Maersk Tankers skal samstarvið tryggja framtíðarætlanirnar hjá báðum reiðaríunum.

 

Team Tankers International fær atgongd til talgildað raksturin hjá Maersk Tankers við tí fyri eygað, at minka um CO2-útlátið og at afturgjalda skuld til aðrar samstarvsfelagar.

 

Fyri Maersk Tankers merkir avtalan, at felagið økir flotan til meira enn 225 skip í fleiri deildum ella pørtum av reiðarínum, sum staðfestir støðuna hjá Maersk Tankers sum eitt av leiðandi feløgunum innan “MR-segmentið”, sum eru sonevnd Medium Range-tangaskip.

 

Ein liður í avtaluni er, at starvsfólkini frá Operations, Chartering og Bunker Management hjáTeam Tankers International verða flutt yvir á skrivstovurnar hjá Maersk Tankers í Keypmannahavn, Houston og Singapor.

 

“Samstarvið millum Team Tankers International og Maersk Tankers er sterkt, og vit síggja fram til at bjóða nýggju starvsfeløgum okkara vælkomnum. Við hesari avtaluni taka vit eitt fet aftrat í ætlanini at byggja ein sterkan handil upp við samstarvi, sum verður drivið við felags máli okkara at nýta talgilding at minka um CO2-útlátið og at økja um avlopið til okkara samstarvsfelagar,” sigur Claus Grønborg, sum er íløgustjóri í Maersk Tankers.

 

Av teimum 27 tangaskipunum hjá Team Tankers International er níggju í 13.000 dwt. støddini, fýra eru Flexis upp á 25.000 dwt., meðan 14 eru MR-tangaskip (Medium Range) uppá millum 46.000 og 49.000 dwt.

 

Kelda: Maersk Tankers / Maritime Danmark