* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Tankers og Torm gevast í Iran eftir Trump-avgerð

Bæði Maersk Tankers og Torm avbróta sáttmálarnar við Iran í november í ár – samstundis sum USA tekur seg úr nógv umrøddu kjarnorkuavtaluni við Iran.

 

Sambært Shippingwatch merkir avgerðin hjá USA at taka seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran, at Maersk Tankers, sum holdingfelagið hjá Mærsk-familjuni eigur, fer at steðga avtalunum við Iran í november í ár. Tað snýr seg um sáttmálar ella avtalur, sum vórðu gjørdar fyri 8. mai.

 

Shippingwatch vil vera við, at uppsagda kjarnorkuavtalan fær fleiri reiðarí at óttast fyri, at tey fara at missa atgongd til pening í amerikonskum bankum, og at tey heldur ikki fara at hava atgongd til upplýsingar um ivasom tryggingarmál.

 

Eisini Torm fer at gevast við sínum handilsvirksemi í Iran í november, skrivar ritzau-tíðindastovan.

 

- Vit fylgja væl við gongdini, og vit fylgja altíð reglunum. Tískil eru eisini vit givin at gera nýggjar avtalur í Iran, sigur Nina Lomborg, senior communications manager hjá Torm.

 

Kelda: Shippingwatch og ritzau