* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Tankers stovnar talgilt felag

Maersk Tankers stovnaði í gjár eitt sjálvstøðugt felag, sum skal menna og selja ritbúnaðin/forritið “SimBunker”, sum kann minka CO2-útlátið, og sum fær mest møguligt burtur inntøkuni.

 

“Síðan 2016 hevur Maersk Tankers arbeitt miðvíst við at økja nýtsluna av talgilding og hevur ment talgildar orkur og vørur in-house, sum millum annað hevur vaksið um kundaupplivingina. Samstundis hevur felagið gjørt samstarvsavtalur við strategiskar partnarar.

 

Hetta spin-offið er ein beinleiðis avleiðing av og prógv um handføstu úrslitini, sum felagið hevur fingið seinni árini.”

 

Tað skrivar Maersk Tankers í einum tíðindabrævi.

 

SimBunker roknar út, hvussu nógv brennievni skip skulu nýta fyri at fáa mest møguligt burturúr, og tá roknar forritið út ferð, brennievnis-innkeyp og farleið.

 

Stjóri í nýggja felagnum er Søren C. Meyer, sum tók við starvinum í gjár. Hann kemur úr einum starvi sum Chief Asset Officer Maersk Tankers, og fer í høvuðsheitum at fáa starvsfólk til nýggja felagið hjá Maersk Tankers frá verandi talgildað toyminum hjá felagnum.

 

Maersk Tankers fer kortini framvegis hava sítt egna talgildað toymi, sum skal víðarimenna verandi vørur og koma við nýggjum hugskotum í tøttum samstarvi við CargoMetrics Technologies, sum Maersk Tankers keypti seg inn í í 2017.

 

Kelda: Maritimedanmark / Maersk Tankers