* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk Tankers við munadyggari CO2-ætlan

Í nýggju ætlan sínum hevur Maersk Tanker sum mál at avmarka CO2-útlátið frá skipum sínum munandi. Christian M. Ingerslev, forstjóri, sær niðurskurðin í CO2-útlátinum meira sum ein møguleika enn sum eina avbjóðing.

 

Síðani 2008 hevur Maersk Tankers skorið niður í útlátinum við 20 prosentum, og reiðaríið væntar at minka útlátið við 10 prosentum aftrat.

 

IMO hevur sum mál at minka útlátið í shipping-vinnuni við 40 prosentum í 2030 sæð í mun til útlátið í 2008 – og í 2050 skal útlátið vera minkað við 70 prosentum.

 

Innanhýsis samanbering hjá Maersk Tankers við onnur líknandi feløg vísa, at flotin longu hevur vunnið væl og virðiliga á kappingarneytunum, tá tað snýr seg um CO2-útlátið. Og tað er ætlanin hjá felagnum at koma á mál tvørtur ígjøgnum allan marknaðin.

 

- Fyrimunurin er stórur fyri umhvørvið, og hann er eisini stórur fyri íleggjarar, sum síggja, at vit gera nakað gott í hesum ídnaðinum, sigur Christian M. Ingerslev í samrøðu við Trade Winds.

  
Kelda: Karitime Danmark / TradeWinds