* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Tankers ætlar at spara 3 prosent í útreiðslunum til brennievni.

Maersk Tankers vil spara milliónir uppá hugskot og data

Nýggir hættir at nýta data - og frálæra skal lækka bunkarrokningina hjá Maersk Tankers. Tað ávirkar botnlinjuna beinleiðis, sigur Brian Østergaard Sørensen, Head of Fleet Group Management, við ShippingWatch.

 

Útreiðslurnar til brennievni eru 60 prosent av samlaða kostnaðinum hjá Maersk Tankers, og samstundis sum bunkarkostnaðurin bara veksur, er tað vorðið uppaftur týdningarmiklari at spara brennievni.

          

Tí hevur Maersk Tankers sum mál at lækka lækka kostnaðin á brennievni við trimum prosentum ella í hvussu er vera 3 prosent effektivari.

 

“Tað fyrsta, vit hava gjørt, er at finna nýggjar hættir at brúka data, sum vit longu hava. Umvegis flotastýringsskipan okkara hava vit atgongd til mongd av kunning, til dømis nær skipini skulu málast ella reinsast, og vit royna at optimera tær skipanirnar. Samstundis hyggja vit eftir, hvussu vit kunnu sjónliggera data fyri starvsfólkunum, soleiðis at tey kunnu síggja, at teirra arbeiði ávirkar orkuárinið,” sigur Brian Østergaard.

 

Maersk Tankers fer eisini undir at venja starvsfólkini at vera varug við, hvussu orka verður nýtt umborð á skipunum, og læra tey at taka ábyrgd av, at orka ikki fer til spillis.

 

At enda hevur Maersk Tankers sjóneykuna á nýggja og framkomna tøkni. Til dømis verður hugt eftir, hvussu skrúvurnar skulu síggja út á nýggju skipunum.

 

Kelda: ShippingWatch