* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Farleiðin millum Asia og Norðurevropa verður nú tikin uppaftur.

Maersk tekur Asia-Evropa-rutu uppaftur

Eftir ein tveir mánaðar langan steðg tekur AE2-rutan, eisini kend sum Swan, farleiðina millum Asia og Evropa uppaftur.

 

Í desember eru Maersk Line og samstarvsfelagarnir í 2M-samtakinum í gongd aftur við farleiðina millum Asia og Norðurevropa.

 

Farleiðin varð niðurløgd við teirri grundgeving, at yvirkapasitetur var á farleiðini. Men sagt  varð samstundis, at um eftirspurningurin fór at veksa aftur, so skuldi farleiðin takast uppaftur, og tað er júst tað, sum hendir nú.

 

Fyrsti túrurin verður gjørdur úr Quingdao 8. desember.

 

- Tað verður ein avgerandi løta í Asia-Evropa-kalendaranum, tí nógvir av avskipingarsáttmálunum verða forhandlaðir áðrenn ársskiftið, skrivar Drewry.

 

Kelda: ShippingWatch