
Maersk um grønu broytingina: Týdningarmikið at tora at gera feilir
Reiðarí gera stórar íløgur í grønar broytingar, hóast
feløgini væl vita, at allar verkætlanir eydnast ikki, skrivar Børsen.
- Risastóru
reiðaríini seta kikaran alsamt meira á grønar broytingar, og tað krevur íløgur
í bæði nýggja tøkni og innovasjón, hóast reiðaríini væl vita, at allar íløgur
geva ikki ávøkst, skrivar Børsen.
Hjá Maersk
Tankers verða íløgur gjørdar fyri í miðal 25 milliónir dollarar um árið í
talgildar og tøkniligar loysnir, sum skulu minka um útreiðslurnar, men sum
eisini skulu vera við til grønar broytingar. Hóast vitanina um, at alt ber ikki
á mál, so tvíheldur felagið um, at tú skalt hava so mikið av dirvi, at tú torir
at gera feilir.
- Vit eru
hampuliga vís í, at nakrar av okkara verkætlanum fara ikki at rigga. Men at
tora er týdningarmikið, tá tú, sum vit, eru á einari ávísari stødd og hava
fíggjarligar vøddar.
Stjórin í Maersk
Tankers, Christian M. Ingerslev, viðgongur, at tað er í kapping við tíðina, um
Maersk og onnur reiðarí skullu røkka málinð hjá IMO um at minka CO2-útlátið
niður í helvt í seinasta lagi í 2050 í mun til útlátið í 2008.
Kelda:
Shippingwatch