* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk uppstigar vánirnar við 40 milliardum krónum

Nøgdin minkar við 7 prosentum, men himmalhøgu bingjuprísirnir vinna alt – og nógv meira enn tað – aftur.

 

Árið 2022 byrjaði óvanliga væl hjá A.P. Møller-Mærsk, sum hevur merkt óvanliga stóran vøkstur í eftirspurningin eftir farmi av góðsi til sjós.

 

Tað hevur havt hægri farmaprísir við sær, og tískil uppstigaði Mærsk týsdagin vánirnar til rakstrarúrslitið við 41 milliardum krónum.

 

Frammanundan væntaði felagið, at raksturin fór at geva avlop upp á 24 milliardir dollarar.

 

Eftir ein  betri fyrsta ársfjórðing, skrúvar Mærsk vánirnar upp og væntar 30 milliardir dollarar í rakstraravlopi í ár.

 

Sambært Mærsk var farmaprísurin á góðsi í miðal 71 prosent hægri fyrsta ársfjórðing í 2022 enn sama tíðarskeið í 2021.

 

Kelda: Søfart