* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ravlaðsbingjur (battarískipan).

Maersk við fyrsta battarípakkanum í bingjuskipi

Maersk er tilreiðar at seta heimsins fyrstu ravlaðs-skipan (battarípakka) í eitt bingjuskip. Ravlaðsskipanin uppá 600 kWt skal setast í Maersk Cape Town, har tað skal optimera og lætta um generatorarnar í skipinum, soleiðis at teir kunnu rekast við mest møguligum virknaði og samstundis minka um CO2-útlátið.

 

Ravlaðsætlanin, sum er hin fyrsta av sínum slag í heiminum í einum bingjuskipi, er eitt lítið hjól í framtíðarætlanini hjá Maersk, um at minka útlátið av rakstrarhúsgassum til null í 2050.

 

“Hendan royndin fer at geva okkum størri vitan um orkugoyming og fer at stuðla framdráttinum móti meira ravmagnan (elektrificering) av flotanum og havnaterminalum. Maersk ætlar at halda fram at royndarkoyra og menna loysnir við minni CO2-útláti á ferð okkar móti at gerast CO2-lutleys í 2050,” sigur Søren Toft, COO í Maersk.

 

Trident Maritime Systems í Odense hevur framleitt ravlaðsskipanina, sum varð víst fram á einum tíðindafundi í APM Terminals í Århus-havn í gjár. Tær báðar bingjurnar við ravløðum og tilhoyrandi skipanum fer at verða flutt til Singapor um nakrar dagar. Har verður skipanin sett í 4.500 teu stóra Maersk Cape Town, sum siglir á einari farleið millum Asia og Vesturafrika.

 

“Enn er ravlaðstøknin langt burtur frá at kunna nýtast sum framdráttur í stóru bingjuskipunum, men skipini hava eisini eina rúgvu av hjálpimotorum, sum reka alt frá ljósi, pumpum, elektronikki o.s.fr., og her kunnu vit nýta ravlað,” sigur Ole Graa Jakobsen, sum er leiðari fyri flotatøkni í Maersk.

 

Kelda: Maritime Danmark