* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Partur av havnini í Rotterdam.

Mærsk við nýggjari bunkarskipan í Rotterdam

Maersk Oil Trading hevur gjørt sáttmála við Koole Terminals í Rotterdam um at gera eitt nýtt slag av bunkara, sum inniheldur í mesta lagi 0,5 prosent av svávuli.

 

Tað boðar Mærsk frá í einum tíðindaskrivi.

 

Roknað verður við, at árliga framleiðslan við nýggja bunkaranum í Rotterdam fer at liggja millum 5 og 10 prosent av tørvinum hjá Mærsk á alheims marknaðinum. Sjálv framleiðslan verður hjá Petrochemical Industrial Distillation (PID), sum liggur sentralt í Rotterdam.

 

Stjórin í Maersk Oil Trading, Niels Henrik Lindegaard, sigur, at avtalan í Rotterdam ber í sær, at Mærsk ikki verður so tengt av at keypa kostnaðarmiklu marinegassoljuna við 0,1 prosenti av svávuli. Tann olja er nógv dýrari enn onnur olja.

 

Maersk Oil Trading upplýsir, at tað verður eisini møguleiki at framleiða brennievni við 0,1 prosent svávulinnihaldi í Rotterdam.

 

Kelda: Søfart