* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk yvirtekur Hamburg Süd í morgin

Suðurkorea góðkendi í gjár sum síðsta landið keypið hjá A.P. Møller - Maersk av Hamburg Süd. Harvið kann handilin upp á 4,3 mia. dollarar, sum varð fráboðaður í desember í fjør, endaliga avgreiðast. Maersk væntar, at hetta verður gjørt í morgin.

Við góðkenningunum hjá Suðurkorea og Kolumbia hevur Maersk nú allar tær 23 neyðugu góðkenningarnar til yvirtøkuna av Hamburg Süd í pottinum.

"Løgfrøðiliga góðkenningartilgongdin er framvegis á rættari kós. Vit vænta at enda handiliní morgin 30. november," skrivar Maersk í einum telduposti til Maritime Danmark.

Sum galdandi hevur verið við góðkenningunum frá øðrum londum, kom góðkenningin frá Suðurkorea heldur ikki í hús uttan treytir. Maersk Line játtar soleiðis at taka Hamburg Süd út úr samsiglingaravtaluni (vessel sharing agreement) á rutuni millum Fjareystur og Miðamerika/Karibia, eins og Maersk játtar ikki at leingja eina avtalu millum Fjareystur og vesturstrondina av Suðuramerika, skrivar reiðaríið í teldupostinum.

Hamburg Süd verður tó framvegis virkið á hesum rutunum. Broytingarnar koma í gildi, tá handilin er endaliga avgreiddur, væntandi í morgin.

Maersk Line vónar at kunna fáa synergiir burturúr integratiónini av Hamburg Süd upp á millum 300 og 400 mió. dollarar um árið frá 2019.

Kelda: A.P. Møller - Maersk/maritimedanmark.dk