* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stillstrom er nýtt felag undir Maersk Supply Service, sum fer at lata grønan streym til skip.

Stillstrom er eitt nýtt felag undir Maersk Supply Service, sum fer at lata grønan streym til skip, sum ganga í tómgongd á havinum.

 

Tað er ikki bara, tá skip sigla, at tey lata út CO2, tað gera tey eisini, tá tey til dømis liggja fyri akker, tí umborð á skipinum skal alt rigga, fyri tað um tað liggur fyri akker, og tí er neyðugt, at motorurin er í gongd.

 

Men nú hevur Maersk Supply Service ment eina ravlaðsboyu (battaríboyu), sum riggar til sjós, soleiðis at skip, sum til dømis liggja fyri akker í sambandi við arbeiði við einari havmyllulund, ikki longur noyðast at hava motorarnar gangandi fyri at fáa streym til skipið, men í staðin taka streymin beinleiðis frá ravlaðsboyuni.

 

Menningin av boyuni er gjørd saman við Ørsted, og tað verður eisini við eina av havmyllulundunum hjá Ørsted, at skipanina verður sett upp og royndarkoyrd seinni í ár.

 

Sambært Maersk er talan um eitt konsept, sum er tað fyrsta av sínum slag, og “Den Danske Maritime Fond” stuðlar eisini ætlanina.

 

Kelda: Søfart