* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk-risi á fyrsta sinni til Danmarkar

Tað verður Aarhus Havn, sum fer at leggja bryggju til “Munich Maersk” hjá Maersk Line, ið hoyrir til nýggju og víðkaðu Triple-E útgávuna, tá skipið á fyrsta sinni vitjar Danmark.

Maersk Line hevur fyribils sett tvey av teimum tilsamans 11 bíløgdu 2. ættarliðs Triple-E skipunum frá Daewoo-skipasmiðjuni í Suðurkorea í rakstur.

Tað fyrsta í røðini, Madrid Maersk, náddi júst at sita á trónuni sum heimsins størsta bingjuskip við einum kapasiteti upp á 20.568 TEU í uml. ein mánaða frá handanini í apríl, til OOCL Hong Kong, ið hevur ein kapasitet upp á 21.413 TEU, fór framum.

Men munurin er ikki til at síggja, tí skipini útvortis næstan eru eins.

Madrid Maersk hevur ongantíð verið í danskari havn, men tað fer Munich Maersk at gera hósdagin, tí skipið siglur á Asia-Evropa rutuni AE5 hjá Maersk.

Sambært Søfart hevur Maersk Line júst yvirtikið triðja skipið í røðini, sum hevur fingið navnið Moscow Maersk.

Kelda: Søfart/maritimedanmark.dk