* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Leda Maersk strandaði, tí manning og loðsur ikki nýttu e-siglingarfrøði á brúnni.

Maersk-skip gloymdi at nýta E-siglingarfrøði

Hóast bingjuskipið, Leda Maersk, er útgjørt við øllum nútímans tólum fyri hundraðtals túsund krónur til sigligarfrøði, valdi bæði manning og loðsur at sigla 266 metrar langa bingjuskipið við eygamáli gjøgnum Lower Harbour Channel til Port of Otago í Nýsælandi. Tað var eitt vána hugskot.

 

Hin 10. juni í fjør kom skipið útum sjálva innsiglingina í seinasta snarinum áðrenn sjálva havnina - og skipið strandaði.

 

Leda Maersk fekk ongan stórvegis skaða, og ongin av manningini fekk skaða. Men The Transport Accident Investigation Commission (TAIC) slær fast í frágreiðing síni, at hvørki loðsur ella manning á brúnni hildu eygað við E-siglingarfrøðini. Har sást púra greitt, at skipið var farið av kós.

 

TAIC kemur til ta niðurstøðu, at manningin sostatt breyt innanhýsis reglurnar hjá Maersk fyri siglingarfrøði í farvatni við loðsi umborð, og at loðsurin eisini breyt somu reglurnar í Nýsælandi.

 

TAIS mælir tí til, at Maersk skerpar innanhýsis reglurnar á skipunum, og TAIC slær eisini fast, at manningin við bert at nýta eygamál breyt innanhýsis reglurnar hjá Maersk fyri siglingarfrøði við loðsi umborð.

 

Kelda: Maritime Danmark