* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk-skip í havn við 14 metrar longum hvali

En deyður 14 metrar langur barduhvalur kom til Tauranga í Ný Zealandi á bulpstevninum á einum bingjuskipi hjá Maersk í síðstu viku. Tað 4.250 TEU stóra Lexa Maersk kom úr Brisbane í Avstralia. Ikki er greitt, hvar skipið hevur rakt við hvalin.

"Barduhvalurin var deyður, tá skipið rakti við hann", sigur lokala deildin av Department of Conservation, DOC.

Tað finnast ongi álítandi tøl yvir talið á barduhvalum í heimshøvunum, men teir eru møguliga í tíggjutúsundatali um allan heimin. Teir eru vanligir í Ný Zealendskum farvøtnum, har teir liva av fiskayngli og krill. Teir gerast 12-15 metrar langir og viga 13-22 tons. Honurnar eru størri enn hannarnir.

Hetta er ikki fyrstu ferð, Maersk er komið í yvirskriftirnar fyri at hava flutt ein deyðan hval í havn á einum av sínum skipum. Í 2012 kom Maersk Norwich til Rotterdam við kroppinum av einum 12 metrar longum hvali á bulpstevninum.

Kelda: Maritime Executive