* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk-skip í samanstoyti í Suezveitini

Tað 332 metrar langa bingjuskipið ’Maersk Tanjong’ stoytti fríggjadagin saman við 8,749-TEU stóra ’Colombo Express’ hjá Hapag-Loyds. Óhappið hendi í Suezveitini nærindis Port Said. Tað skrivar Vesselfinder.com.

Fleiri bingjur fóru fyri borð undir samanstoytinum. Tey bæði bingjuskipini verða løgd fyri leym inntil ein kanning og umvælingar eru gjørdar.

- Ongin dálking stóðst av samansgtoytinum. Tíverri eru nakrar bingjur farnar fyri borð. Bæði skipini eru sjófør, og sum tað sær út nú, er talan mest um kosmestiskan skaða, upplýsir tíðindastjórin hjá Maersk fyri Vesselfinder.com.

’Maersk Tanjong’ kann lasta 8.400 20-fóts bingjur er bygt í 2007. ’Colombo Express’ er frá 2005.

Kelda: soefart.dk