* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Maersk-skip misti 70 bingjur

'Maersk Shanghai' misti um vikuskiftið 70 bingjur í einum ógvisligum stormi út fyri amerikonsku eysturstrondini, skrivar Gcaptain.

Harði stormurin við hvirlum av ódnarstyrki, sum rakti landnyrðingsstrondina av USA um vikuskiftið, rakti eisini 10.000 teu stóra Maersk Shanghai.

Leygarkvøldið vendi manningin sær til US Coast Guard og boðaði frá, at 70-73 bingjur vóru farnar í havið orsakað av nógva vindinum og høgu aldunum.

"Maersk Shanghai", ið er bygt í 2016 og siglur undir liberiskum flaggi, var á veg úr Norfolk til Charleston og var statt 13 fjórðingar út fyri Oregon Inlet í North Carolina, tá bingjurnar fóru fyri borð, skrivar Gcaptain.

Stormurin hevði við sær 12 metrar høgar aldur, leggur blaðið aftrat.

Kelda: soefart.dk