* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk Emerald strandaði fríggjadagin í Suezveitini.

Á eftirlitsmiðstøðini í Suezveitini var uttan iva fjáltur á fólki, tá 13.000 teu stóra bingjuskipið, Maersk Emerald, fríggjamorgunin strandaði á veg suðureftir. Tað eru bara nakrir fáir mánaðir síðan, at Ever Given forðaði allari ferðslu í veitini í seks dagar.

 

Sambært frágboðanum fekk skipið mekaniskar trupulleikar av onkrum slag, og tað var orsøkin til, at skipið strandaði. Men lukkutíð, bæði fyri Mærsk-skipið og Suezveitina, eydnaðist tað skjótt at hála skipið leyst, og síðan varð tað sleipað til Great Bitter Lake.

 

Her lá skipið fyri akker, meðan manningin loysti mekanisku trupulleikarnar. Síðani helt skipið fram leið sína móti Salalah í Oman.

 

Kelda: Maritimedanmark / Maritime Bulletin