
Nevndin í Antares, sum er felagið hjá útisiglarum, hevur nú skipað seg, og nýggi formaðurin er Magni Skaale.
Eftir seinasta aðalfund fyri nøkrum mánaðum síðan, hevur nevndin í felagnum ligið í stjórnarloysi, tí eingin formaður var valdur.
Men nú hevur nevndin skipað seg við Magna Skaale sum formanni. Hinir í nevndini eru:
Pól Jákup Larsen, næstformaður
Petur Mohr, kassameistari
Rúni við Streym, skrivari
Jóan Pauli Jespersen, nevndarlimur
Jan Matras eykalimur
Hanus D. Højgaard eykalimur
Vit fara seinni at hava eina samrøðu við nýggja formannin í felagnum um, hvat hann sær sum sína fremstu uppgávu, nú hann hevur tikið við leiðsluni í Antares.