* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsmeistarin í talvi, norski Magnus Carlsen, hóttir við at boykotta HM-kappingina, um allir kvalifiseraðir telvarar ikki sleppa at vera við í kappingini.

Magnus Carlsen hóttir við at boykotta HM í talvi

Norski heimsmeistarin í talvi, Magnus Carlsen, hóttir nú við at boykotta HM í talvi, um ikki øll fáa loyvi at vera við í kappingini.

 

Tá Magnus Carlsen vann gull í Saudiarabia í fjør, sluppu telvarar úr Ísrael ikki at vera við í kappingini.

 

“Um tað verður nøkur HM-kapping, og allir kvalifiseraðir leikarar sleppa at vera við í kappingini, so eri eg eisini fegin við,” sigur Magnus Carlsen til norska blaðið VG.

 

“Um allir kvalifiseraðir telvarar ikki sleppa við?”

 

“So veri eg heldur ikki við,” svaraði Magnus Carlsen VG.

 

Altjóða Talvsambandið hevur ikki boðað frá enn, hvar skjót- og snarkappingin í HM verður í 2018, men talv-forsetin hevur fyrr sagt, at HM í 2018 og 2019 verður í Riyadh í Saudiarabia.

 

Eftir at hava vunnið HM í Riyadh í fjør segði Magnus Carlsen, at “hetta má loysast til næstu ferð.” Og nú hevur hann so boðað frá, at hann boykottar HM-kappingina í talvi, um allir kvalifiseraðir telvara ikki sleppa at vera við.

 

Kelda: Document.no