* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Makrelsamráðingarnar endaliga slitnaðar

Strandarlondini hava givið skarvin yvir í royndunum at semjast um eina avtalu um makrelkvoturnar fyri 2014. 

Seint í gjárkvøldið slitnaðu samráðingarnar endaliga í skotska høvuðsstaðnum Edinburgh, eftir at partarnir høvdu givið sær sjálvum kunstigan andadrátt við at leingja samráðingarnar við einum samdøgri. 

Tað er enn ógreitt, hví partarnir ikki megnaðu at koma ásamt um eina felags avtalu um makrelkvoturnar. Men sum skilst verða ikki fleiri royndir gjørdar at semjast um makrelveiðuna í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í ár. 

Um einstakir partar - tildømis ES og Norra - fara at royna at semjast um eina sínámillum makrelavtalu, er ikki greitt í løtuni. 

Samstundis ljóðar, at ES og Norra framvegis ætla at samráðast um sínámillum fiskirættindi í Norðsjónum og Skagerrak fyri 2014. Hesar samráðingar skuldu verið byrjaðar í Edinburgh í gjár, men vórðu útsettar, orsakað av áhaldandi royndunum at fáa eina felags avtalu um makrelkvoturnar.