* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Malé á Maldivoyggjum.

Maldivoyggjar óttast veðurlagið: Gera nýggjar oyggjar

Óttin fyri at Madivoyggjar skulu verða floymdar yvir av sjógvi í sambandi við veðurlagsbroytingarnar, hevur fingið oyggjalandið at taka ógvuslig stig. Myndugleikarnir hava fingið eitt hollendskt felag at gera 194 hektarar av nýggjum landi (1 hektari er 10.000 ferðmetrar).

 

Tað er hollendska felagið Van Oord’s, sum skal gera arbeiðið, sambært Maritimedanmark.dk.

 

Endamálið at útbyggja “landið” er eisini partur av eini størri ætlan, hvørs endamál er at umskapa býin Addu til ein væl virkandi, blómandi, búskaparligan miðdepil, og til eitt dragandi ferðavinnumál.

 

Meira enn 80 prosent av Maldivoyggjum liggja minni enn ein metur omanfyri havfløtuna. Sambært NASA er hetta lægsta landið í heiminum.

 

Van Oord skal gera nýtt land, sum millum annað skulu nýtast til húsabygging og undirstøðukervi fram við strondini. Haraftrat skulu gerast tríggja nýggjar oyggjar.

 

Líknandi arbeiði er fyrr gjørt á Maldivoyggjum, tá oyggin Hulmalé varð víðkað við fýra ferðkilometrum.

 

Kelda: Maritimedanmark.dk