* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Rændi tangabáturin, Elhiblo1.

Maltesiskir hermenn gingið upp á rænt skip

Tíðliga fyrrapartin í dag, hósdagin, hava maltesiskir hermenn gingið upp á rænda turkiska tangabátin, Elhiblu1, sum 108 emigrantar rændu mikudagin.

 

Eftir at hava tikið valdið á tangabátinum, skulu emigrantarnir hava kravt manningina at seta kós ímóti Evropa. Kós varð síðan sett ímóti Malta, men har noktaðu myndugleikarnir at taka ímóti burturflytarunum.

 

Enn er ógreitt, hvat skal henda við burturflytarunum. Talan er um 77 menn og 31 kvinnur, manningin telur 6 fólk.

 

Myngudleikar í fleiri londum hava roynt at fingið samband við skipið, men tað er ikki eydnast.

 

Elhiblu1 var á veg úr Turkalandi til Libya, tá tað steðgaði og tók nakrar emigrantar/burturflytarar upp uttan fyri Lybia.

 

Kelda: Maritime Danmark