* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mannfólkaveitsla

Ja so eru jólaborðhald farin aftur um bak, og var undurtøkan bara heilt góð. Vit vóru 26 á Seglloftinum, 12 umborð á Draganum og 22 á Hafnia.

Nú hava vit í nógv ár tosað um at skipa fyri einum tiltakið í Hyttuni í Vestmanna, men bleiv tað ongantíð til nakað, men nú skal tað verða. Hyttan í Vestmanna er eitt felagshús, sum harumenn hava gjørt, og liggur hon nakað omanfyri bygdina, har mann skal ganga tað seinasta strekkið. Heilt burtur frá øllum larmi úti í Guds fríðu natúr.

Vit hava so gjørt avtalu við Marius í Garðarstovu, sum er ein av eigarnum, um at leiga Hyttuna til eina hugnaligt mannfólkakvøld. Tiltakið er sett til at verða tann 11. január og kunna vit maks. verða 25 mans. Vit fara at fáa seyðarhøvd, og er prísurin settur til 350,- kr. fyri hvønn luttakara. Drekkivørur eru IKKI við í hesum prísinum. Tað má so ein og hvør ''sleipa'' við sær niðan til Hyttuna. Eitt alternativ verður fyri tey, sum ikki leggja so nógv í seyðarhøvd. Farið verður til borðs kl. 19.

Um áhugi er fyri tíð, verður skipað fyri felagskoyring úr Vágum til rundkoyringina í Kollafirði, og so til Vestmannar. Men tað má so ein og hvør gjalda fyri í bussinum.

So tað er bara at halda seg til, tí tað verður nokk stórur gravgangur um at verða við til hettar tiltakið. Sum sagt so fara vit til borðs kl. 19, men má man verða í góðari tíð við vegendan, tí ein skal ganga tað seinasta strekkið.

Vinarliga send ein mail til: sonny@antares.fo. Seinasta tilmeldingarfreist er mánadagin 7. Januar og skulla pengar verða fluttir í seinasta lagi mikudagin tann 9. Januar, sum so er endalig váttan fyri luttøku.

Tey, sum tegna seg, fáa so ein mail sendandi sum váttan fyri luttøku. Peningur skal flytast á konta nummar: 9181 - 478.043.6 í Eik Banka.

--
Vegna felagið Antares
Martin Sonny Frederiksen, fyriskipari

email: sonny@antares.fo