* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Manning á 3-bólkaskipum hjá ES-vagt nógv umbiðin

Tað er gott handverk og góðan sjómansskap, tú fært við tær, tá tú siglir við 3-bólkaskipunum. Her er ongin dynamisk støðuseting og sovorðið. Um tú skalt liggja stillur, noyðist tú sjálvur at taka í róðrið.

- Tað er onki “fansy” í smáu skipunum, og tað er ein kvalitetur í sær sjálvum. Tú lærur fakið frá botni av, verður sagt á skrivstovuni hjá ES-vagt.

Uppgávurnar hjá 3-bólkaskipunum hjá ES-vagt eru nógvar og ymiskar. Sum heild liggja skipini á danska landgrunninum, har tey í nógv størri mun enn í Noregi sigla sum hjálparskip. Tey royna seg á mongum og ymiskum økjum, og tað er bæði læruríkt og mennandi, halda tey hjá ES-vagt.

- Hevur tú siglt við 3-bólkaskipunum hjá ES-vagt, ja, so ert tú nógv umbiðin. Manningarnar á øðrum skipum hjá ES-vagt vita, at tú lærur eina rúgvu umborð á 3-bólka skipunum. Haraftrat veitst tú, hvat ein góður skipsfelagi er, tí plássið er lítið umborð á hesum skipunum, verður sagt hjá ES-vagt.

Kelda: ES-vagt