* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Indonesiski flotin heldur Skiparanum og 18 av manningini á Bahama-skrásetta oljutangaskipinum, MT Strovolos, aftur fyri ráolju-stuldur. Talan er um 300.000 føt. Men eitt annað brot á lógina verður eisini kannað.

 

Stjórnin í Kambodja setti seg í samband við indonesisku myndugleikarnar, tí illgruni var um, at manningin var blandað upp í velduga oljustuldurin.

 

Indonesiskt flotaherskip fann seinni tangaskipið, sum lá fyri akker í indonesiskum sjógvi uttan loyvi – og við sløktum AIS-i.

 

Verður hann funnin sekur, kann tað kosta skiparanum upp í 1 ára fongsulsrevsing og eina risabót.

Revsingin fyri oljustuldurin kann uttan iva gerast nógv harðari, um skiparin og manningin verða funnin sek. Men fyribils eru kanningarnar framvegis í gongd.

 

Kelda: Offshore Energy / Maritimedanmark