* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Lady Boss verður rannsakað út fyri Almeria í Suðurspania.

Manning handtikin fyri hasjsmugling

Eftir at hava fylgt skipinum í eina viku framdu sponsku myndugleikarnir eina rannsókn umborð á farmaskipinum Lady Boss, tá tað var statt út fyri Almeria á sponsku sólstrondini. Illgrunin um, at skipið smuglaði hasj, varð væl og virðiliga váttaður.

Tá tollarar og løgreglumenn gingu upp á tað 2.400 dwt. stóra farmaskipið undir Comora-flaggi, funnu teir ikki minni enn 18 tons av hasji fjalt í lastini.

Manningin, 11 ukreinar og tveir bulgarar, vórðu síðani handtiknir og skipið leitt inn í havnina í Almeria. Sambært AIS dátuni hjá skipinum var tað á veg til Egyptaland.

Kelda: TradeWinds