* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danska sjóverjuskipið, Lauge Koch.

Manning skeyt og át moskusoksa

Skipsstjórin á sjóverjuskipinum, Lauge Koch, er dømdur eina bót uppá 6.000 krónur fyri at hava latið sum onki, tá hovmeistarin (ella banjumeistarin) skeyt ein moskusoksa í grønlendskari tjóðarpark, og síðan borðreiddi hann fyri manningini.

 

Banjumeistarin fekk 9.000 krónur í bót. Tað fekk hann bæði fyri at hava skotið moskusoksan og fyri at hava býtt sigarettir og brennivín út við tríggjar tenn av einum náhvali.

 

Sigarettirnar og brennivínið var keypt tollfrítt umborð, og tøkni-offiserurin var við í býtishandlinum við tonnunum av náhvalinum. So hann fekk 5.000 krónur í bót.

 

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, sambært Maritime Danmark.

 

Brotini á hernaðarligu revsilógina gingu fyri seg á einari arbeiðsferð hjá sjóverjuskipinum í Eysturgrønlandi summarið í 2018.

 

Øll veiða í tjóðarparkini er bannað.

 

- Hetta er eitt mál, sum vit hava sæð sum rættiliga álvarsligt, tí tað hevur týdning fyri viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. So vit hava raðfest hetta málið frammarlaga, sigur Claus Risbjerg, auditørur, við KNR.

 

Hann leggur dent á, at tað er sjáldan, at hann viðger mál móti sjóverjuskipum, sum sigla kring Grønland.

 

Kelda: Maritimedanmark