* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Manningarfeløgini og Reiðarafeløgini fingið semingsuppskot

Leygarkvøldið løgdu semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, eitt semingsuppskot fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið. Feløgini skulu svara semingsmonnum í seinasta lagi í dag, mánadgin 8. apríl, kl. 13.00.

 

Samráðingar hava í eina tíð verið millum Reiðarafelagið øðrumegin, og Maskinmeistarafelagið, Skipara og Navigatørfelagið og Fiskimannafelagið hinumegin, men so langt hevur verið millum partarnar, at vónleyst var at finna semju.

 

Hin 28. mars noyddust manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag at ásanna, at so langt var millum partarnar, at tað bar ikki til at finna neyðugu semjuna. Tí gjørdu partarnir av um kvøldið 28. mars at senda boð eftir semingsmonnunum.

 

Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag hava fingið freist til í dag, mánadagin, kl. 13.00 at siga, um tey taka undir við semingsuppskotinum ella ikki.

 

Kelda: Kvf og Maskinmeistarafelagið