* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Manningarfeløgini fara aftur í dag at samráðast við umboð fyri Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Manningarfeløgini samráðast við Reiðarafelagið fyri handilsskip

Enn eru samráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fyri handilsskip ikki komnar upp á pláss. Samráðingarfundur var fríggjadagin, men enn eru mál eftir at semjast um.

 

Maskinmeistarafelagið sigur á heimasíðu síni, at partarnir eru samdir um nøkur mál, men enn restar nakað í at fáa eina semju, sum allir partar kunnu góðtaka.

 

Onki verður sagt um, hvørji mál, semja er um, og hvørji mál enn resta í.

 

Fundur verður aftur millum manningarfeløgini og Reiðarafelagi fyri handilsskip í dag, mánadagin.

 

Kelda: Maskinmeistarafelagið