* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Manningarleysa kinverska bingjuskipið, Shi Fei.

Manningarleys skip: Kinverjar bjóða norðmonnum av

Dagin eftir at autonoma farmaskipið, Birkeland, byrjaði virksemið sítt í Noregi, fór eitt autonomt/manningarleyst kinverskt bingjuskip í sigling, og eisini kinverjar halda uppá, at talan er um heimsins fyrsta manningarleysa bingjuskip.

 

Kinverska bingjuskipið ‘Shi Fei’ verður sagt at vera heimsins fyrsta autonoma/manningarleysa bingjuskip, altso í hesum førinum eitt skip, sum kann sigla heilt uttan manning. Men norðmenn vísa nú ár, at ‘Shi Fei’ sigldi sín fyrsta túr dagin eftir, at norska ‘Birkeland’ sigldi sín fyrsta túr.

 

Tað skrivar TU Maritim.

 

Ørnulf Jan Rødseth í norska granskingarstovninum, Sintef, ivast kortini í fráboðanini hjá kinverjum um fyrsta manningarleysa bingjuskipið.

 

- Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at teirra skip er “manningarleysari” ella meira autonomt enn norska Yara Birkeland. Tað sær meira út at vera eitt átak, sum skal royna tøknibúnað og útgerð til tess at koma at sigla manningarleyst seinni, sigur hann.

 

Hósdagin í farnu viku sigldi Yara Birkeland frá Herøy í Noregi við 20 bingjum av fóðuri til Brevik Terminalin og vendi aftur við meira enn 60 tómum bingjum.

 

Dagin eftir, fríggjadagnin 22. apríl, sigldi kinverska Shi Fei millum Dongjiakou og Qingdao í Shandong-landslutinum, sum kinverjar vóru skjótir at rópa heimsins fyrsti siglitúrur við einum manningarleysum bingjuskipi.

 

Shi Fei tekur 300 TEU, meðan Yara Birkeland tekur 120 TEU.

 

Kelda: Søfart