* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Manningin á Maersk Honam eitrað av royki

Stúrt verður fyri, at roykur frá ógvisliga eldsbrunanum á Maersk Honam hevur eitrað allar teir 23 av manningini, ið vórðu bjargaðir umborð á bingjuskipið ALS Ceres. Sambært seinastu tíðindunum, er sløkkiarbeiðið framvegis í gongd.

Indiska sjóverjan stúrir fyri, at øll manningin á danska skipinum er eitrað av royki frá brennandi bingjunum umborð.

“Bingjurnar innihalda eldfim evni, sum ikki mugu koma í samband við mannakroppin,” sigur Avinandan Mitra, varaleiðari í indisku sjóverjuni við blaðið The Hindu.

“Illgruni er um, at øll manningin er eitrað av royki,” endurtekur hann.

Maersk Line upplýsti mikudagin, at ein av teimum bjargaðu var deyður av løstum sínum. Í gjár upplýsti reiðaríið, at tríggir aðrir av manningini vórðu fluttir av ALS Ceres til eit sjóverjuskip fyri skjótari at kunna koma undir læknahond, tí støða teirra var versnað.

Fýra av manningini eru saknaðir, og vónin um at finna teir á lívi fjarar burtur, boðaði Maersk Line frá í gjár.

Maersk Line hevur váttað, at vandamikil farmur er umborð á skipinum.

“Maersk Line kann vátta, at Maersk Honam hevði vandamiklan farm umborð, men enn er ov tíðliga at siga, hvat orsøkin var til eldsbrunan og ongi prógv eru um, at vandamikli farmurin hevur verið orsøkin. Maersk Line fer at gera eina gjølliga kanning av hendingini til tess at fáa greiði á orsøkini og um neyðugt broyta okkara reglur,” skrivar reiðaríið í einum telduposti til Maritime Danmark.

Kelda: maritimedanmark.dk