* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Aqua Hercules hevur ligið fyri teymi síðan 2013, men er nú rikið á land í Turkalandi.

Manntóma ro/ro farma- og ferðafólkaskipið, Aqua Hercules, er rikið á land í illveðri norðanfyri Iskenderun í Turkalandi. Meira enn 40 ára gamla skipið, sum kreditorar løgdu hald á í 2013, hevur síðan ligið fyri akker á sama stað uttanfyri turkisku strondina.

 

Eingin veit í dag, hvør eigur skipið, og manningin er farin av skipinum, tí hon fekk ikki løn, skriva turkiskir myndugleikar.

 

Í illveðri, sum herjaði í Turkalandi seinasta vikuskifti, sleit skipið, sum fyrr hevur itið Malmo Link og Finnhawk, og rak á land.

 

Kelda: Maritimedanmark