* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Marglætis stuttleikabátar fóru upp í royk

Tveir marglætis stuttleikabátar, sum høvdu eitt virði uppá 24 milliónir dollarar – ella 160 milliónir krónur, fóru í vikuskiftinum upp í royk í amerikanska Fort Lauderdale. Ongin varð løstaður í eldinum, sum tað tók sløkkiliðum fleiri tímar at fáa bilbukt við eldinum.

 

Meira enn 60 sløkkiliðsfólk bardust ímóti eldinum, sum byrjaði í øðrum stuttleikabátinum, men sum breiddi seg til ein stuttleikabát aftrat.

 

Tá fyrsti sløkkiliðsbilurin kom á staðið, var longu eldur í báðum marglætis bátunum. Sløkkiliðini løgdu seg beinanvegin eftir at forða fyri, at eldurin breiddi seg til uppaftur fleiri skip og bátar í havnini.

 

Teir báðir marglætis stuttleikabátarnir, 161 fót langi Lohrengrin, og 107 føtur langi Refkections, sukku báðir.

 

Serfrøðingar arbeiða nú við at tøma vrakini fyri brennievni, so dálkingin ikki verður størri, enn hon longu er.

 

Kelda: USA-Today


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=tOHyKDgOqMw]
Sjónbandaupptøkur: Eldur í marglætis stuttleikabátum.