* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Marglætisbátur til 500 milliardir koppaði

Ógvuliga ríki saudiski prinsurin, Prins Turki al Saud, fer neyvan at sigla við 500 milliónir kostnaðarmikla marglætisbáti sínum í bræði. Marglætisbáturin var til umvælingar og skuldi annars bara “shinast” upp, tá hann koppaði á liðina.

 

Tólv ára gamli marglætisbáturin skuldi lyftast fyri at sleppast kundi framat at mála botnin á einari umvælingarskipasmiðju í Perama í Grikkalandi.

 

Men meðan hesar fyrireikingar vórðu gjørdar, hendi eitthvørt óvæntað, og marglætisbáturin koppaði á síðuna á skipasmiðjuni. Júst hvat hendi, veit ongin við vissu enn.

 

Prins Turki al Saud, sum eigur marglætisbátin, skal vera góður fyri 1 milliard dollarar – ella einar 6 milliardir krónur. Hann lat marglætisbátin smíða á einari skipasmiðju í Turkalandi. Júst hendan skipasmiðjan reypar av at hava smíðað størsta og kostnaðarmiklasta marglætisbátin í Turkalandi yvirhøvur.

 

Skipið hevur pláss fyri 12 gestum og einari manning upp á 21 fólk. Skipið hevur tyrlupall, tvær lyftir og biograf.

 

Um marglætisbáturin nakrantíð kemur at sigla aftur, er óvist. Men pápi hendan góða prinsin eigur ein marglætisbát, sum er 78 metrar langur, og kostaði 110 milliónir dollarar fyri 25 árum síðanum. So kanska sleppur ungi maður at lána skipið hjá pápanum.

 

Kelda: Maritime Danmark